Botnurin svaraði dyggiliga aftur

07 Vestur og AB hava í dag vunnið á KÍ og Víkingi

Tað sum plagar at venda niður, vendi upp, tá ið tey bæði botnliðini í dag vóru á heimavølli ímóti liðium, sum stríðast fyri at vinna heiðursmerki og pláss í Europa.

 

07 Vestur vann á heimavølli ímóti KÍ, og AB vann á heimavølli ímóti Víkingi.

AB er framvegis aftast, og 07 Vestur er framvegis næstaftast. Nú tað resta tvey umfør, eru tað fýra stig frá 07 Vestur og fram til EB/Streym og fimm stig frá AB og fram til EB/Streym.

Í løtuni spælir EB/Streymur á heimavølli ímóti NSÍ.

 

At KÍ tapti í Særvági ber góðan møguleika við sær fyri, at klaksvíkingar detta av øðrum og aftur á fjórða pláss, og at B36 og NSÍ vinna seg á ávikavíst silvur og bronsupláss.

 

At Víkingur tapti á Argjum ber við sær, at møguleikin fyri at spæla í Europa næsta ár nú er burtur.

 

07 Vestur vann 4-2 á heimavølli ímóti KÍ.

Heimaliðið var flúgvandi fyrstu løtuna, tá ið tað skoraði tvey mál. Málskjúttar vóru Sonny Jakobsen og Ken Fagerberg.

KÍ menti seg og megnaði undan steðginum at svara aftur. Innskifti Kristoffur Jakobsen og Páll A. Klettskarð skoraðu.

 

Eftir steðgin helt KÍ í góða løtu fram við at vera spælstýrandi og trýsta, men tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at leggja seg framum.

 

Í staðin vóru tað profilarnir hjá 07 Vestur, sum gjørdi bart. Ken Fagerberg átti stóran leiklut, og Sonny Jakobsen skoraði til 3-2, og tá ið KÍ spenti álopsbogan í botn, rann Sonny Jakobsen í síðsta minutti frá klaksvíkingum og setti bóltin í málið.

 

Á Argjum vann heimaliðið 1-0 ímóti Víkingi, sum síðstu løtuna royndi at pressa fyri at svara aftur, men tað var ongantíð heilt vandamikiå. AB málið skoraði Jobin Drangastein í fyrra hálvleiki.