Botnurin hvørt leygarkvøld í SvF

16. februar fer nýggj undirhaldssending av bakkastokki í SVF. Talan er um eina spurnarkapping ?við meira ferð á? . Málbólkurin er rættiliga breiður, og hyggjararnir kunnu vænta eina øðrvísi undirhaldssending

Sjónvarp

Leygarkvøldið 16. februar og hvørt leygarkvøld í tólv vikur fer Sjónvarp Føroya at senda eina spildurnýggja føroyska undirhaldssending. Tað eru teir báðir, Tróndur Vatnhamar og Jens Tummas Næss, sum vera vertir í sendingunum.
Sendingin hevur fingið heitið Botnurin. Upprunin til hetta navnið er, at sendingin skal eitast at ganga fyri seg í einum kavbáti, og so kann ein sjálvur tulka heitið. Hvussu er og ikki, so fer fyrsta sendingin av bakkastokki leygarkvøldið 16. februar, og Botnurin verður á skíggjanum hvørt leygarkvøld í tólv vikur.
Sendingin verður skipað sum ein spurnarkapping, har tveir liðformenn í besta rangt og rætt stíl hvørt kvøldið hava tveir luttakarar afturat sær. Spurningarnir fevna um ymisk evni sum almenna vitan, ítrótt og tónleik. Liðskipararnir eru John Petersen, sum er kendur frá bæði fótbólti og hondbólti, og Jenny Petersen, ið hevur sína dagliga gongd hjá Grímu, har hon er leiðari. Eisini hevur hon verið virkin í sjónleikahøpi uttanlands.

Ferð á
Annar av vertunum í sendingini er Jens Tummas Næss. Hann er kendur úr tónleikabólkunum All That Rain og Kjølum, og hann hevur eisini roynt sína rødd í útvarpi.
Hann kallar sendingina fyri eina undirhaldandi sending, ið er til ein breiðan málbólk, og ikki er nøkur ungdómssending burturav.
?Tað er eitt sindur meira ferð á, enn hvat vit kenna frá spurnarkappingum í føroyskum sjónvarp áður, sigur Jens Tummas Næss.
Upptøkurnar til tær tólv sendingarnar eru lidnar. Tosað hevur verið um at gera onkran sendingina afturat, men eingin avgerð er tikin enn. Sendingarnar komandi leygarkvøldini fara at vera eina 35-40 min til longdar.
-Vit fara at gera ymiskt annað fyri at halda lív í sendingini. Millum annað fara vit at vitja ymisk hús hjá kendum fólki í Føroyum og royna okkurt telduspælið. Vit ætla at raka ein breiðan skara við hesum, og eg haldi eisini, at her er eitt sindur til øll, sigur Jens Tummas Næss.

Satsa
Tað er Edward Fuglø, sum hevur gjørt pallmyndina. Hann fær eisini stóra rós frá Jens Tummasi fyri at hava gjørt eitt valaverk.
Ivan Niclasen og Ingibjørt Jacobsen hava staðið fyri framleiðsluni fyri Sjónvarp Føroya.
Sjálvur sigur Ivan Niclasen, sum er leiðari fyri mentanardeildina í Sjónvarpi Føroya, at hetta er ein áhugaverd verkætlan hjá Sjónvarpinum.
?Vit satsa eitt sindur við at gera eina tílíka sending, ið vit ikki hava roynt áður. Vit vita, at kappingini er hørð við aðrar útlendskar rásir, sum nýta nógvar pengar upp á at gera undirhaldssendingar. Vit hava valt at nýta orku upp á hetta, men hetta er ikki nøkur ógvuslig fíggjarliga satsing, sigur Ivan Niclasen.
Ivan kallar sendingina fyri undirhald, har málbólkurin er rímuliga breiður.