Triðingurin av 2010 landskappingini er av. ÍF og HB liggja lið um lið á toppinum, og í botninum hava FC Suðuroy, AB og B71 sama stigatal.
Í kvøld tapti B68 3-0 í Streymnesi, og eftir bragdliga byrjan upp á landskappingina er B68 dottið alt nærri botninum.
Sunnudagin skulu toftamenn spæla á Sandi, og um tað tá fer at eydnast heimaliðnum at vinna, so verður bara eitt stig frá B68 og til B71.
Tá ið liðini hittust á Svangaskarði í fyrsta umfari var eingin ivi. B68 vann 5-0, og eftir 1. umfar var B68 ovast á støðutalvuni.
Seinasta mánaðin hava toftamenn rættuliga verið í aldudalinum. Burturúr fýra teimum seinastu umførunum hevur B68 fingið eitt stig, og málmunurin er 4-11!
Eftir laka byrjan upp á kappingina tykist EB/Streymur at hava fótað sær. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur vunnið fulla úrtøku við málmuninum 8-3.
Longu fríggjakvøldið verður fyrsti dysturin í 10. umfari. Tá hittast tvey av liðunum, sum tað seinastu vikurnar hevur hilnast stak væl hjá.
Oddaliðið ÍF fær tá vitjan av NSÍ, sum hevur vunnið fimm dystir á rað við málmuninum 15-2! Tað hevur borið triðja plássið á støðutalvuni við sær, og um NSÍ vinnur fult í oyggjauppgerðini í Fuglafirði fríggjakvøldið, so fara teir í Runavík at lyfta seg upp um ÍF!
Støðan eftir 9 umfør
ÍF 18
HB 18
NSÍ 16
Víkingur 15
EB/Streymur 14
B36 13
B68 10
FC Suðuroy 6
AB 6
B71 6
10. umfar
Fríggjadagin 28. mai
ÍF-NSÍ
Leygardagin 29. mai
FC Suðuroy-HB
Sunnudagin 30. mai
B36-EB/Streymur
AB-Víkingur
B71-B68