Botnur ímóti toppi á Argjum

AB ætlar sær fyrsta sigurin hetta kappingarárið, tá ið NSÍ kemur á vitjan í kvøld

Seinni dysturin av dagsins dystum í Effodeildini verður spældur á Argjum, har AB tekur ímóti NSÍ. Talan er um tvey lið, ið liggja ávíkavist triðovast og næstniðast á stigatalvuni.

 

Undan dystinum hevur AB níggju stig, meðan NSÍ er uppi á 36 stigum. Sostatt eru tað heili 27 stig, ið skilja liðunum báðum, ið spæla dyst á Argjum seinni í dag.

 

Hóast heili 17 umfør eru spæld av Effodeildini í ár, so hevur AB framvegis ikki megnað at vunnið ein dyst. Spurningurin er so, um ársins fyrsti sigur kemur í dag. AB hevur styrkt seg í summarsteðginum við Tróndi Jensen og Dion Splidt, meðan felagið hevur mist Andras B. Vágsheyg.

Eisini er áhugavert, at vanligi málverjin hjá AB, Heðin Stenberg, er komin fyri seg eftir loknan skaða. 

 

Undan dystinum er greitt, at ein av profilunum hjá NSÍ hetta kappingarárið, Árni Frederiksberg, ikki verður við. Árni fekk reytt kort í síðsta dystinum hjá NSÍ undan summarsteðginum, hóast hann var á bonkinum, tá ið hann fekk reyða kortið.

Ein gamal kenningur hevur eisini møguleika at gera comeback í NSÍ-troyggjuni í kvøld. Christian Høgni Jacobsen kom aftur til felagið í summarsteðginum, og dysturin í kvøld er fyrsti møguleiki hansara at spæla dyst aftur í gulu NSÍ-troyggjuni.

 

Dysturin byrjar klokkan 19, og verður hann dømdur av Rúna Gaardbo.