- Vit hava ov vánaligt botnstøði. Tá vit spæla uppá tað ringasta spæla vit slettis ikki hondbólt. Sjálvkritisku orðini eigur Rói Berg Hansen, sum saman við liðfeløgunum í Neistanum tapti 15-21 (8-12) á heimavølli ímóti KÍF í kvøld.
Rói Berg Hansen ásannar, at tað eru alt ov nógv sveiggj í avrikunum hjá honum og liðfeløgunum. Samstundis, sum tað hevur eydnast at hava vunnið seg í steypafinaluna tvey ár á rað, so hava avrikini í landskappingini verið langt undir tí, sum ein kann krevja.
Rói Berg Hansen sigur, at teirra mál er at enda í topp fýra, og at fáa fleiri stig enn í fjør.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Róa Berg Hansen aftaná tapið ímóti KÍF fyrr í kvøld.