Neistamenn vunnu í dag 21-17 (9-7) á Kyndli í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.
Í bólki 1 hevur Neistin fýra stig. Team Klaksvík og Kyndil hava tvey stig hvør. H71 2 er aftast við ongum stigi.
Komandi leygarkvøld klokkan 18 spæla Team Klaksvík og Kyndil avgerandi dystin um hvør skal fylgja Neistanum í hálvfinalurnar. Dysturin verður í badmintonhøllini í Klaksvík.
Hjalti Mohr Jacobsen sat uttanfyri hjá Kyndli í dag, tí hann hevði ein skaða í økslini. Hann stillaði kortini upp til eina samrøðu á Rás2 fyri at taka samanum dystin.
Hjalti heldur, at botnstøðið hjá Kyndli er ov lágt, og teir grønu gjørdu alt ov nógv teknisk mistøk. Hetta eru alt ting sum mugu rættast uppá um Kyndil skal vinna seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Hjalta Mohr Jacobsen.