Botnliðini vunnu kærkomnar sigrar

West Ham sendi Swansea til hús við 2-0 tapi, og Sunderland eyðmýkti Newcastle, sum heima tapti 3-0

Tveir dystir vóru í Onglandi tíðliga seinnapartin, og í báðum førum var tað undirtippaða liðið, sum streyk avstað við øllum stigunum.

Eftir málleysa javnleikin ímóti Chelsea mikukvøldið tyktist West Ham av álvara at hav a fingið blóð á tonna. Í dag eydnaðist tað á heimavølli at vinna 2-0 ímóti Swansea og Michael Laudrup, sum aftur eru bara tvey stig frá niðurflytingarstrikuni. West Ham skoraði bæði málini í 1. hálvleiki, og tað eydnaðist at varðveita leiðsluna, hóast Andy Carrol varð rikin av vøllinum, tá ið tað restaði ein hálvur tími, og West Ham tískil var undirmannað.

Heilt óvæntað var tað, at Newcastle, sum annars hevur staðið seg lutfalsliga væl higartil, skuldi tapa stórt á heimavølli ímóti botnliði. Sunderland var leingi aftast, men seinastu vikurnar hevur tað gingið væl betri, og í dag bar av. Sunderland vann 4-0 í Newcastle, og nú hevur Sunderland lyft seg upp á síðuna av Swansea.