Botnlið við sjálvsálitið

Hóast talan er um botn móti toppi, so hevur gongdin hjá B71 verið væl betur, enn hon hevur verið hjá EB/Streymi seinastu tíðina

Fótbóltur

 

Á formbarometrinum, sum vit høvdu á hesum síðum mánadagin, var EB/Streymur aftast liðið. Millum annað hevur oddaliðið í Formula-deildini tapt fýra útidystir á rað, og tað er ein gongd, sum helst skal vendast, um teir ikki skulu trýstast alt ov nógv av hinum liðunum í Formula-deildini.

Til dystin á Sandi kundi Sigfríður Clementsen, venjari, tó helst ynskt sær betri umstøður til fyrireikingar. Ikki færri enn seks av spælarunum vóru partur av landsliðshópinum, sum mikukvøldið var í Portugal, og tí verður tað ikki fyrr enn fríggjadagin, at hópurin er savnaður til venjing.

Hinvegin kann Sigfríður fegnast um, at allir seks landsliðsspælararnir koma skaðafríir heimaftur. Framman undan er greitt, at Marni Djurhuus er leikbannaður og Brian Olsen er skaddur, og tí eru ikki ráð at geva nógv meira enn tað sama burtur av hópinum.

Hjá B71 hevur gongdin seinastu vikurnar verið tann øvuta. Á formbarometrinum fyri seinastu seks dystirnar er B71 í løtuni næst ovasta liðið, og tí er sjálvsálitið í hæddini. Eisini tí teir hava spælt javnt tær báðar ferðirnar, sum EB/Streymur í ár hevur vitjað á Sandi.

Til dystin noyðist B71 tó at vera stórspælandi Gudmund S. Nielsen fyriuttan, eftir at hann fekk sítt fimta gula kort seinast. Hinvegin er Símin Hansen til reiðar at spæla, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær. Skaðar tykjast tey ikki kenna til á Sandi í løtuni.