Botnliðini vilja hava stig

Kravið hjá bæði ÍF og VB/Sumba er púrasta einfalt. Stig - og helst trý av slagnum - skulu á kontina sunnudagin

Eftir fimm umfør av Formula-deildini eru bæði ÍF og VB/Sumba í akuttum vanda fyri at verða heilt afturúrsigld. Enn hevur hvørgin parturin fingið stig á kontina, og við fimm stigum upp til áttanda plássið er tørvurin heilt skjótt um at gerast ovurhonds stórur.
                      Tað eru spælarar í báðum legum eisini fullgreiðir um, og tað tykist eisini, sum leggja partarnir nógv fyri.
 
Nógv ivamál
Serstakliga hjá ÍF er líkt til, at menn verða neyðturvuliga pjøssaðir saman, soleiðis at uppstillingin kann verða tann sterkasta møguliga. Hóast árið er ungt, so hava skaðarnir mest sum rapað oman yvir fuglfirðingarnar, og í øllum førunum tykist talan vera um spælarar, sum eiga mest sum fast pláss millum teir fyrstu ellivu.
                      Einasti spælarin, sum tó heilt víst ikki verður við sunnudagin, er Símun Eliasen. Hann hevur annars roynt at vant í vikuni, men enn gevur brotni armurin nakað av pínu, og so er vónleyst at spæla.
                      Hartil hava Alexandar Jovevic, Hanus Eliasen, Arnold Joensen og Fritleif í Lambanum allir drigist við skaðar. Men vónin er, at teir kunnu vera við, tá liðið fer á vøllin sunnudagin.
 
Vilja fáa mistøk burtur
Hjá VB/Sumba er støðan við fólki nakað væl betri. Í mun til undanfarnu dystirnar, so er litaviski Dalius ikki við á liðnum, nú sáttmálin við hann er settur úr gildi. Hinvegin vóna tey í VB, at tað ber til at fáa spæliloyvið hjá danska Kristian Solberg í rættlag undan vikuskiftinum, soleiðis at hann kann styrkja um verjupartin.
                      Júst verjuparturin er eisini tað, sum venjarin, Ole Andersen, tykist leggja størsta dentin á.
                       Spælið hjá okkum hevur als ikki verið so galið seinastu dystirnar, og í Klaksvík var eg sum so sera væl nøgdur. Men vit fremja nøkur dýr mistøk í verjupartinum, og tey verða vit revsaðir fyri. Fáa vit beint hesi burtur, so ivist eg ikki í, at tað fer at koma betri glið á hjá okkum, og vit fara sjálvandi eftir einum sigri sunnudagin, staðfestir hann.