Botnliðini býttu stigini

Hvørki AB ella VB/Sumba megnaði at vinna sær tey trý týdningarmiklu stigini, sum bæði liðini høvdu tørv á. Í løtum sást, at hetta var talan um eina botnuppgerð.

Dysturin byrjaði við at AB legði trýst á VB/Sumba. Men hinvegin var tað VB/Sumba, ið skoraði fyrsta málið. Málið skeyt tann altíð málsøkni Birgir Jørgensen, sum var framvið eftir at Tórður Thomsen í AB-málinum kom heldur skeivur av bóltinum. Løtu seinni økti Súni úr Hørg, tá ið hann heldur tilvildarligt fekk bringuna á eitt fríspark, sum kom úr høgru. Nú tóktist brekkan brøtt hjá AB, men teir bardu seg væl inn aftur í dystin. Fyrst pyntaði Fróði Clementsen um úrslitið, tá ið hann var hægstur eftir eitt hornaspark. Løtu seinni javnaði Súni Fríði Barbá til hálvleiksstøðuna 2-2.

Seinni hálvleikur innihelt einki mál, hóast bæði liðini royndu at trýsta. VB/Sumba var kanska tættari við at fara við sigrinum, men AB-verjan helt tætt í avgerandi støðunum.

 

Janvleikurin smíðar liðini enn fastari í botnin, har tey hava ligið alt kappingarárið. AB hevur á 9. plássi nú sjey stig upp til B71 á 8. plássi, meðan VB/Sumba uttan sigur í tíggu dystum á rað bert hevur fýra stig, átta stig upp til yvirlivingina í Formuladeildini.

 

AB ? VB/Sumba 2-2 (2-2)

0-1: Birgir Jørgensen

0-2: Súni úr Hørg

1-2: Fróði Clementsen

2-2: Súni Fríði Barbá