Botnliðið lagt seg á odda

SÍ-ÍF 3-0 (25-11, 25-6, 25-12):

Flogbóltur, menn: Føroyameistararnir ÍF fóru illa mannaðir til Sørvágs at spæla móti nógv umrødda SÍ-liðnum, sum hevur góðan møguleika at gera seg galdandi í toppinum. Leygardagin hølvaðu teir ÍF av

 

Flogbóltur


Um vit hyggja eftir settúrslitum, so var mest sannførandi sigurin av øllum í fyrsta umfari av meistaradeildunum hjá monnum og kvinnum tann hjá SÍ móti ÍF. Sørvingar vunnu 3-0 og vunnu øll settini stórt.

Hetta er rættiliga merkisvert, tí seinasta kappingarár var SÍ púra einsamalt í botninum, meðan ÍF lá í toppinum og endaði sum føroyameistari. Men tá tað er sagt, skal beinanvegin leggjast afturat, at bæði liðini síggja nógv øðrvísi út í dag samanborið við fyri einum ári síðani.

Hjá SÍ sær tað sera spennandi út. Teir hava fingið Borko Ilic sum leikandi venjara, og harumframt er Rajko Petrovic, sum spælir á diagonalinum, komin til Sørvágs úr Jugoslavia. Og tá SÍ so eisini hevur leikarar sum Jón Nielsen og Suna Hansen, er talan um eitt sterkt lið.

ÍF hevði tríggjar heilt ungar leikarar við til Sørvágs. Av teimum, sum í fjør vóru við til at vinna gull, er Odd Eliassen tann, sum størst saknur man vera í. Hann er farin av landinum, og leygardagin spældi beiggi hansara Bartal hevari í hansara stað. Boban Ilic kom til landið fríggjadagin, og tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt sindur møtumikið at skula spæla dyst longu dagin eftir.

Annars er ikki so nógv at siga um dystin. Settúrslitini siga tað mesta sum sigast skal, og tað verður áhugavert at fylgja SÍ í vetur.