2-2. Tað var úrslitið á Sandi, har HB hevur vitjað seinnapartin.
Í hálvleikinum bendi einki á, at sandoyingar skuldu fáa nakað stig burturúr.
Páll Mohr Joensen legði HB framum 1-0 og 2-0. Í fyrra førinum var tað við frísparki, og í seinna førinum var tað við góðum langskoti.
Fróði Benjaminsen varð rikin av vølli miðskeiðis í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki svaraði B71 aftur. Gudmund Nielsen skoraði bæði B71 málini.