Botndysturin endaði við javnleiki

Hvonndeildin: Aftastu liðini í Hvonndeildini deildu stigini

Seinasta punktum í hondbóltsárinum 2016 verður sett í gjár, har tilsamans fimm dystir verða spældir í ávíkavist Hvonn- og FTZ-deildini. Dagsins fyrsti dystur er avgreidddur, og varð hann spældur í høllini á Skála ímillum botnliðini í Hvonndeildini, StÍF og Stjørnuna.

 

Undan dystinum vóru bæði liðini aftast í deildini við trimum stigum. Í fyrra hálvleiki var líkt til, at Stjørnan skuldi fara avstað við sigrinum, tí klaksvíkskvinnur fóru til hálvleiks við oddastøðuni 11-8. Í seinna hálvleiki vaknaði heimaliðið tó veruliga og kom á javnt eftir eina løtu í seinna hálvleiki. Fimm minuttir undan dystarloki legði Stjørnan seg tó aftur á odda, hesaferð við tveimum málum, men enn einaferð kom StÍF afturíaftur. Endin var tann, at dysturin endaði við javnleiki, 19-19.

 

Sostatt fara bæði liðini í jólafrí við fýra stigum á stigatalvuni. StÍF hevur tó betri málúrtøku enn Stjørnan og er nummar fimm, meðan Stjørnan er aftast og nummar seks.

 

Ein annar dystur verður spældur í Hvonndeildini í dag ímillum VB og Kyndil.

 

Málskjúttarnir í høllini á Skála vóru hesir:

 

StÍF-Stjørnan 19-19 (8-11)

 

StÍF: Ninna Katrin Johansen 5, Guðrið Poulsen 4, Birna T. Johannesen 4, Ansy Sevdal 3, Poula D. Berg 1, Sunfríð B. Johansen 1 og Anna B. Danielsen 1.

 

Stjørnan: Hervør Olsen 5, Jansy Jacobsen 3, Sonja Lava Sirdal 2, Tóra Eliasen 2, Durita Ljósstein 2, Una Olsen 2, Judith Hansen 1, Jórun B. Nielsen 1 og Mina Lava Sirdal 1.