Tað er langt millum stigini, sum B68 og TB vinna. B68 bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum, meðan TB hevur vunnið tvær ferðir. Liðini eru bæði niðanfyri strikuna, og serliga fyri B68 hevur tað avgerandi týdning at vinna fulla úrtøku ídag.
TB var heilt væl við í Klaksvík sunnudagin, tá ið tað endaði við teprum 1-0 tapi:
-Um vit skulu leggja sjógv millum okkum og hini, sum stríðast í botninum, so er hetta ein dystur, sum vit skulu vinna. At tað var so tepurt ímóti toppliðnum í Klaksvík sunnudagin, eigur at siga okkum, at vit kunnu og skulu vinna ímóti B68, men avbjóðingin hjá okkum er at vísa eins góð avrik ímóti teimum í botninum sum ímóti teimum í toppinum, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen.
Málverjin Joslain Mayebi er framvegis heima í Kamerun, og Rógvi Joensen er framvegis skaddur.
B68 skal tríggjar tær næstu ferðirnar spæla ímóti TB, ÍF og Skála:
-Tað er einki sum eitur. Vit skulu vinna fulla úrtøku. Eydnast tað so vera vit við aftur. Um tað skal eydnast, so skulu vit stríðast og arbeiða hart frá fyrsta bríksli. Tað hava vit ikki gjørt fyrstu løtuna seinastu ferðirnar, men tað ætla vit okkum nú, sigur veteranurin í B68 verjuni Jóhan Dávur Højgaard.
Albert Róin Johannesen er skaddur, og tað er ivasamt, um Kristian Anton Andreassen og Esmar Clementsen eru førir fyri at spæla ídag.
Í øðrum umfari var TB um at vinna á Svangaskarði, men tá javnaði heimaliðið til 1-1 í 93. minutti!