Fótbóltur
Við átta stigum hvør eru ÍF og VB/Sumba botnpropparnir í Formula-deildini. Tí er talan um ein veruligan botngysara leygardagin ein sonevndan seks-stiga dyst.
Fuglfirðingar, sum taptu greitt í Havn fyri viku síðani, hava annars havt stóra framgongd nógvu tey seinastu umførini, og ivaleyst er tað hendan framgongdin, sum teir ætla sær at byggja víðari á leygardagin. Í mun til dystin í Havn er hópurin eisini styrktur, tí bæði Bartal Eliasen, sum var leikbannaður, og Eyðun Rygshamar, sum var skaddur, eru nú aftur partur av hópinum.
VB/Sumba hevur tó eisini styrkt sær um hópin. Umframt Tummas Paula Olsen úr B71 eru tveir serbar komnir til landið, og teir eru við í hópinum leygardagin. Hinvegin dregur tað niður, at Dan Djurhuus og Suni úr Hørg báðir eru leikbannaðir eftir rokið, sum var móti dystarenda á jóansøku.