Fyri fýra árum síðani fylgdust B71 og AB upp í bestu mansdeildina, men síðani hava bæði verið niðri í 1. deild aftur og vent, men eru eisini komin uppaftur. Júst niðurflytingarhóttanin er aftur í ár ein partur av gerandisdegnum hjá báðum feløgunum, ið sunnudagin klokkan 15 bresta saman í botnbraki á Sandi.
Undan dystinum liggur B71 betur fyri og kann við sigri koma at liggja uppaftur betur fyri. B71 er tvey stig framman fyri AB, sum saman við FC Suðuroy er undir strikuni, og við sigri fara sandoyingarnir fimm stig framum. Vinnur AB hinvegin, sleppa argjamenn upp um strikuna og kunnu kanska anda eitt sindur lættari.
– Hjá okkum eru allir klárir, tí her eru hvørki skaðar ella karantenur, umframt at vit nú aftur hava Predrag Markovic í málinum. Fyri okkum er hetta ein sera týðandi dystur, og vit fara at leggja nógv fyri, so vit kunnu fáa trý stig burturúr á heimavølli, sigur Piotr Krakowski, venjari hjá B71.
AB kemur ikki við fullari manning suður í Sandoynna, tí Nikolaj Eriksen er niðri, umframt at Morten Overgaard framvegis er skaddur og neyvan verður klárur aftur fyrr enn eftir summarsteðgin.
– Vit hava kortini góðar vónir, tí vit føla, at vit hava fingið glið á spælið aftur, soleiðis sum vit sóu tað í fjør. Eisini gongst betur at halda tætt har afturi, og vit hava fingið fýra stig burtur úr teimum báðum síðstu dystunum. Nú skulu vit bara ikki tapa hendan, sigur AB-venjarin, Allan Mørkøre.
Tá AB og B71 spældu á Argjum fyrst í apríl, endaði tað við einum málríkum javnleiki, 3-3, har B71 var á odda tríggjar ferðir, men kortini ikki megnaði at halda stand og mátti lata tvey stig frá sær.