Bót fyri at lata lyklarnar liggja í bilin

Ein bilur, sum løgreglan í Havn leitaði eftir leygardagin, kom aftur í aftur í øllum góðum.

 

Men eigarin fær bót fyri at hava latið lyklarnar standa í bilinum, sigur løgreglan.

 

Bilurin stóð parkeraður uttan fyri ein bústað í Havn og lyklarnir lógu í bilinum, tí onkur skuldi koma eftir honum.

 

Men bilurin varð stolin, áðrenn hann varð heintaður. Hann var funnin aftur parleraður í góðum standi, men ongin hevur hvørki hoyrt ella sæð nakað.

 

Tað er ikki loyvt at fara frá einum  bili og lata lyklarnar liggja í bilinum. Tann sum eigur, ella koyrir ein bil, hevur skyldu at tryggja hann væl og virðiliga áðrenn farið verður frá honum.

 

Løgreglan sigur, at sostatt fær tann, sum átti hendan bilin, sum varð stolin leygardagin, bót fyri at hava latið lyklarnar liggja í bilinum.