Tá amerikansku fjølmiðlarnir í fjør avdúkaðu eina sexgølu fyri og aðra eftir í katólsku kirkjuni í USA, var tað blaðið Boston Globe, sum gekk á odda.
Og nú hevur blaðið fingið samsýning fyri arbeiði sítt. Mánakvøldið varð kunngjørt, at Boston Globe hevur fingið ta virðismettu Pullitzer-heiðurslønina aftur arbeiði sítt at avdúka loynidómarnar aftan fyri amerikansku kirkjudyrnar.
- Tit skrivaðu søgu í fjør. Tit gjørdu, at heimurin er vorðin betri, tryggari og meiri menniskjaligur at búgva í, segði blaðstjórin á Boston Globe, Martin Baron, í einari heilsan til blaðfólkini.










