Bossurin verður venjari

Triði venjarin hjá Toda og teimum verður Niels Christian Holmstrøm, sum fyri næstan einari fjórðingsøld síðani varð kosin ársins venjari í Danmark

 

Superliga


Todi Jónsson gongur í hesum døgum í Keypmannahavn, har hann vónar, at hvíld frá dystum og miðvís venjing skulu bera við sær, at hann verður hundrað prosent klárur, tá tað um eina viku aftur verður farið undir donsku landskappingina, og tá FCK aftur skal spæla í Europa Cup.

Einki er at ivast í, at Todi fylgir væl við, hvussu tað gongst hjá landsliðnum. Men hesar hugsanirnar hava í vikuni verið órógvaðar av, at nú hevur FCK aftur4 verið forsíðutilfar í miðlunum. Eitt er at Heine Fernandez sigur seg harmast, at hann tók so rívan til, tá hann ikki slapp at spæla ímóti Lazio. Tað er farið longri aftur í miðlunum.

Stóra søgan síðstu dagarnar hevur verið, at FCK venjarin tveir teir síðstu mánaðirnar, sviin Kent Karlsson, hevur lagt frá sær.Á tíðindafundi hósdagin segði hann seg ikki vera føran fyri at ganga fullkomuliga upp í uppgávuna, soleiðis sum hann hevur gjørt áður, og soleiðis sum hann segði, at tað er neyðugt at gera.

Nýggjur venjari í FCK er Niels Christian Holmstrøm, sum er ítróttarstjóri í felagnum. Hann skal hava leiðsluna, meðan hann og Flemming Østergaard leita eftir einum nýggjum venjara.

Holstrøm er ikki ókendur við venjarastarvið. Upprunaliga spældi hann við KB, har hann var vandamikil miðframherji og í 1974 varð kosin ársins spælari. Í áttati árunum var hann venjari fyrst í B 1903 og so í KB. Tað eru hesi bæði feløgini, sum eru grundarlagið undir FCK.

Eftir at Holmstrøm gavst sum venjari var hann í mong ár í starvi hjá Team Danmark. Nú heevur hann eitt skifti verið ítróttarligur stjóri í FCK, og nú hevur hann ? fyribils í hvussu so er ? fingið ein kaskett afturat.

Hjá Toda Jónsson fer venjaraskiftið neyvan at hava nakrar broytingar við sær. Ta Todi er tøkur, er hann upplagt val til annað álopsplássið hjá FCK ? uttan mun til hvør hevur venjaraábyrgdina.