Bosnia í morgin

Tað verða verjandi meistararnir, sum standa fyri Føroyum, tá kvinnulandsliðið í hondbólti spælir hálvfinalu í annaðkvøld.

Bosnia dystaðist við Finnland um oddasessin í bólki A.

Talan varð um ein sera spennandi dyst, har Bosnia fyri tað mesta var á odda, men har Finnland fleiri ferðir í seinna hálvleiki vann seg upp á javnt.

Allar tær føroysku spælararnir vóru í høllini, soleiðis at tær kundu fyrireika seg til uppgávuna, sum nú stendur fyri framman.

Hálvfinalan hjá Føroyum verður spæld klokkan 16 føroyska tíð.