Bosnia bankaði Sveis

Í bólkinum hjá Føroyum, evropeiska undankappingarbólki 2 í hondbólti vann Bosnia á heimavølli ein 34-23 stórsigur á Sveis. Sveis hava annars verið sera stinnir á heimavølli, har teir hava tapt 30-31 til Russland, og spælt javnleik 32-32 ímóti Serbia. Støðan í hálvleikinum varð 16-12 til Bosnia. Bosnia hevur nú 5 stig fyri 4 dystir, Sveis hevur 3 stig. 1.000 áskoðarar vóru til dystin, og er talan um fyrsta heimadystin hjá Bosnia, aftaná áskoðarabannið. Kl. 18 spælir Serbia ímóti Russlandi, og Italia tekur ímóti Føroyum á Sicilia. Kringvarpið vísir dystin millum Italia og Føroyar beinleiðis frá kl. 17.50.