Bóru ótta fyri billett-skipanini

Sannur gravgangur var eftir vikuskiftispassum, tá Summar Festivalurin mikudagin kunngjørdi Roxette sum høvðsnavn til festivalinum í 2015

Summar Festivalurin hevur í dag sent út tíðindaskriv, har tey siga, at tey longu hava selt fleiri enn 1.000 vikuskiftispass til festivalin komandi ár.

 

Í viðtali við Sosialin viðgongur Erik Biskipstøð, sum er ein av fyriskiparunum handan festivalin, at teir bóru ótta fyri, at billett-skipanin hjá teimum gekk fyri, tí trýstið fyrstu løtuna var somikið stórt.

 

- Vanliga er sølan góð undan jólum – kanska serliga seinastu dagarnar undan jólaaftan – men vit aldrin upplivað nakað, sum líkist áhuganum, sum vit merktu mikudagin. Servarin hjá okkum hevði úr at gera, og eina løtu bóru vit ótta fyri, at hann krasjaði, men tað hendi tíbetur ikki, sigur Erik Biskipstø millum annað við blaðið.

 

Alt spældi tó væl av. Skipanin handan atgongumerkjasøluna stóð sína roynd, og Erik staðfestir í dag, at teir ikki hava fingið eina tí einastu kæru um, at skipanin hevur handfarið nakra bílegging skeivt.

 

Í vikuskiftissosialinum er drúgv grein um Roxette, eins og tosað verður við Erik Biskipstø, sum greiðir frá, hvussu tað ber til, at Føroyar nú kunnu hýsa somikið stórum tónleikanøvnum. Til ber at keypa talgildu útgávuna av blaðnum HER