- Eitt úrslit sum hetta, kemur tú ikki spælandi til
Tað sigur eiðismaðurin, Ólavur Øksnadal.
Upp á bara eina viku hevur hann verið upp á hægsta og fjórðhægsta fjalli í Europa.
Verður Kaukasus roknað upp í Evropa, er Elbrus Hægsta fjall í Evropa, tað er 5.642 metrar høgt
Síðsta sunnudag var Ólavur Øksnadal ovast á tindinum á Elbrus, saman við Inga Ellingsgard og Klæmint Vágadal.
Men longu seks dagar seinni, leygardagin, løgdu hann og Ingi Ellingsgaard eisini fjórðhægsta fjall í Evropa fyri sínar føtur, tað er tað 4.808 metra høga, Mont Blanc.
Ólavur Øksnadal sigur, at teir hava vant øgiliga nógv í føroysku fjøllunum og brekkurnar her eru sera góð venjing, hóast tær ikki eru so drúgvar.
- Hetta er ein ætlan, tað er neyðugt at leggja nógvar venjingartímar í, skal hon eydnast, sigur hann.
Ólavur Øksnadal sigur, at hvørki Elbrus ella Mont Blanc eru serliga teknisk fjøll, so tað er millum einki av beinleiðis klintring.
- Á Elbrus er slett eingin klintring, men Mont Blanc er eitt sindur meiri avbjóðandi, tó eingin klintring.
- Tann stóra avbjóðingn er at tað er so høgt, at luftin er rættiliga tunn. Tú kemur ikki órevsaður upp í slíkar hæddir og tað er neyðugt at brúka dagar upp á tað, tí kroppurin tolir ikki tað tunnu luftina.
Men tað er eisini neyðugt at orka serstakliga væl, tí tað er langt at ganga.
Ólavur Øksnadal sigur, at bara tann síðsti teinurin upp á Elbrus og oman aftur í leguna, tók teimum 12 tímar at ganga.
- Vit brúktu Eldbrus sum eina venjing til at fara upp á Mont Blanc. Orsøkin til, at vit settu okkum fyri at fara upp á Mont Blanc, er, at vit royndu í fjør, men tað tað kom illveður á okkum og vit máttu gevast.
- Men tá settu vit í okkum, at vit skuldu royna aftur og hesa ferð eydnaðist tað.
Hann sigur, at tann, sum ætlar sær undir slíkt, skal veruliga hava viljan til tað, annars gongur tað ikki.
Men hetta er heldur ikki nakað Tour De France, so tað skal heldur ikki yvirmetast, leggur hann afturat.
Les nógv meiri um hetta bragdið hjá teimum í Sosialinum, sum kemur á gøtuna nú seinnapartin.
Á myndini stendur Ólavur Øksnadal ovast á Mont Blanc við merkinum í hond.










