Seinni í dag fer Boris Johnson at siga, at hann framvegis ynski eitt tjóðartingsval, sjálvst um Undirhúsið feldi ynski hansara í gjárkvøldið.
Tað sigur ein talsmaður fyri forsætisráðharran.
Johnson kallar sambært Reuters avvísingina hjá Labour-leiðaranum, Jeremy Corbyn, fyri »eina dirvisleysa háðan av fólkaræðinum«.
Talsmaður forsætisráðharrans endurgevur hann fyri at siga, »lít á fólkið« í spurninginum um brexit.
Sambært BBC fer eitt lógaruppskot um at forða einum no-deal brexit síðst í oktober at vera liðugt viðgjørt og góðkent í Yvirhúsinum í seinnapartin í morgin.
Lógaruppskotið varð samtykt í Undirhúsinum í gjár, sum var ein stórur ósigur fyri forsætisráðharran.
Konservativi floksvørðurin í Yvirhúsinum, Lord Ashton of Hyde, hevur boðað frá, at alt lógaruppskotið verður liðugtviðgjørt áðrenn klokkan 17 í morgin.
Onkur hevur hildið uppá, at Yvirhúsið kanska við vilja, fór at dríva tíðina, so lógaruppskotið ikki fór at verða liðugtviðgjørt og undirskrivað í kongshúsinum, áðrenn tingið verður sent heim í næstu viku.
Men konservativi floksvørðurin, sum hevur eftirlit og heldur eyga við floksfeløgunum og atkvøðugreiðslum, hevur boðað frá, at framstig eru gjørd í samráðingunum við Labour tíðliga í morgun.
Partarnir hava samráðst í alla nátt. Her atkvøddu teir merkiliga skjótt um fleiri broytingaruppskot, sum knnu hava ført til eina maratonviðgerð av lógaruppskotinum.
Tað skriar BBC við ávísing til Lord Ashton of Hyde. Tað er Boris Johnson, sum hevur sett Lord Ashton of Hyde sum floksvørð í Yvirhúsinum.
/ritzau/Reuters