Boris Spassky horvin

Systir fyrrverandi russiska skákheimsmeistaran Boris Spassky heldur, at beiggin er burturfluttur úr íbúð síni í París og fluttur til Russlands. Spassky hvarv herfyri, eftir at hann hevði verið á sjúkrahúsi fyri viðgerð, sum hann hevur fingið, síðani eina heilabløðing seinasta heyst.

Eitt russiskt blað prentaði nú um dagarnar eina samrøðu við Spassky, og har stendur, at hann hevur verið í húsavarðhaldi í París og ikki fingið ta kravdu sjúkraviðgerðina. Nú er hann so flýddur til Moskva, og við hjálp góðum vinum er hann sloppin á eitt sjúkrahús har, skrivaði blaðið.

Men Iraida Spasskya, systir Boris, sigur, at bróður hennara eigur ikki frágreiðingina í tí russiska blaðnum, men at onkur hevur lagt honum orðini í munnin. Hon sigur, at familjan roynir nú at fáa greiði á, hvat er vorðið av beiggjanum, men at tað er trupult at fáa nakað at vita.