Boris Johnson vil samráðast til síðsta minutt um brexit

Johnson: – Er eri sera optimistiskur.

Grundleggjandi ósemja er millum Bretland og ES.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur, at hann er »marginalt meira optimistikur« viðvíkjandi eini brexitaftalu eftir G/-toppfundin. hann siugr, at hann er klárur at samráðast um brexit við ES fram til síðsta minutt fyri tann 31. oktober.

Til spurningin um, hvørt hann er klárur at samráðast allan vegin fram til evstamark, svarði Johnson á tíðindafundi, tá G7-fundurin endaði:

– Eg hava ta fatan, at ES er sinnað at gera eina avtalu í allar síðstu løtu.

Johnson fekk á tíðindafundinum fleiri spurningar um brexit.

– Eg eri marginalt meira optimistiskur. Tað verður trupult ...Tað er ein grundleggjandi ósemja millu Bretland og ES, segði hann.

Fleir ferðir fekk Boris Johnson spurningin um, hvat hann fer at gera, um bretska tjóðartingið royna at útseta ella  forða fyri einum no-deal brexit, men hann lat vera við at svara beinleiðis.

– Fyri okkum stendur tað greitt, at vit ikki fara frá samráðingarborðinum fyrr enn 31. oktober, segði hann.

Hann segði, at bretska fólkið er troytt av at síggja brexit vera so dominerandi á forsíðunum í bløðunum, og at brexit tí skal gjøgnumførast 31. oktober.

Um samráðingarnar við ES segði bretski stjórnarleiðarin, at hann vil hava eina avtalu, men at ES má góðtaka at fáa bakstopparan burtur.

Boris Johnson segði í gjár, at Bretland ikki fer at gjalda rokningina fyri eina no-deal brexit.

Sambært bretskum miðlum er talan um eina upphædd upp á 39 millardir pund – umleið 321 milliardir krónur.

Mina Andreeva, talskvinna fyri ES nevndina, segði í dag, at Bretland má gjalda rokningina – eisini uttan eina aftalu.

– Allar skyldur, sum tey 28 limalondini hava gjørt, eiga at haldast, segði hon.

 

/ritzau/Reuters