Boris Johnson skipar nýggja stjórn

Boris Johnson fer sambært bretskum miðlum at vera sitandi sum forsætisráðharri, til ein nýggjur konservativur leiðari er funnin

 

Bretski forsætismálaráðharrin, Boris Johnson, hevur til nevnt nýggja stjórn, sama dag, sum hildið var, at hann fór at leggja frá sær. 

Tað skrivar BBC.

Hetta stig tekur hann fyri at hava eina virkandi stjórn, til tað er funnin ein avloysari fyri Boris Johnson.

Roknað verður við at hann leggur frá sær sum formaður í Konservativa flokkinum í dag, og at hann fer frá alt fyri eitt.

Men hann ætlar sær sambært bretskum miðlum at vera sitandi sum forsætisráðharri, til ein avloysari er funnin sum konservativur leiðari, sum harvið eisini kann gerast forsætisráðharri.

Og tað er altso tí, at hann hevur tilnevnt nýggja stjórn mitt í stjórnarkreppuni.

Í summar fer stríði um at gerast nýggjur konservativur leiðari at fara fram. Og tað fer at gera av, hvør kann taka yvir starvið í heyst og sum kann tá kann gerast nýggjur forsætisráðharri eftir Boris Johnson.

Konservativi flokkurin hevur landsfund í oktober. Tá verður roknað við, at ein nýggjur konservativur leiðari – og harvið eisini forsætisráðharri – verður upp á pláss til ta tíð.

/ritzau/