Um somu tíð sum atkvøtt varð, um hvør skal taka yvir eftir Boris Johnson, var tað mikudags-spyrjitími í bretska tinginum. Hetta var fyrsti spyrjitímin, síðani Boris Johnson forsætisráðharri kunngjørdi, at hann fer úr sessinum sum flokksformaður.
Her nýtti Boris Johnson høvið at siga, at hann skammast ikki um støðuna, hann er endaður í.
- Tað er satt, at eg havi ikki sjálvur valt at fara. Tað passar. Men eg eri stoltur yvir tann fantastiska liðinnsatsin, sum lá aftanfyri arbeiðið í øllum okkara verkætlanum – bæði tjóðskaparliga og altjóða. Eg eri stoltur av mínari leiðslu. Skjótt fari eg úr embætinum, og tað fari eg at gera við røttum ryggi, ljóðaði tað frá fráfarandi forsætisráðharranum.