Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum er innlagdur á sjúkrahúsi í London við Covid-19, er fluttur á intensiva deild.
Tað upplýsir skrivstova hansra í Downing Street í kvøld sambært sjónvarpsstøðini BBC.
– Út á seinnapartin versnaði støða hansara. Eftir ráðum frá læknum er hann fluttur á intensivu deildina á sjúkrahúsinum, siga tey úr Downing Street.
Boris Johnson varð fluttur á intensivu deildina klokkan 19 í kvøld, sigur BBC. Sambært sjónvarpsstøðini er hann klárur.
##med2##
Sambært The Times hevði forsætisráðharrin trupult við at anda og fekk ilt.
Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, eru settur forsætisráðharri, um tað skuldi verið neyðugt meðan Boris Johnson er innlagdur, verður sagt í fráboðanini.
Iain Duncan Smith, sum er fyrrverandi leiðari fyri konservativa stjórnarflokkin, sigur við BBC News, at hann er »sjokeraður« av at hoyra, at forsætisráðharrin nú er á intensivari deild.
– Eg eri sera harmur um, at tað er komið har til, sigur hann.
Borgarstjórin í Londin, Sadiq Khan úr Labour, skrivar á Twitter, at hann »biður fyri, at forsætisráðharrin skjótt kemur fyri seg aftur«.
Khan leggur afturat, at St. Thomas sjúkrahúsið hevur »nakrar av heimsins bestu læknum, og hann kundi ikki verið í betri hondum«.
Boris Johnson varð kannaður positivur við koronasmittu fyri 10 døgum síðani. Tá varð upplýst av skrivstovuni, at hann mild sjúkueyðkenni.
Í gjár var hann koyrdur á St. Thomas-sjúkrahúsið í London, har læknarnir nú hava koyrt hann á intensivu deild.
Skrivstova hansara í Downing Street segði í gjár, at talan ikki var um akutta innlegging, men at lækni hansara hevði mælt til, at best var, at hann var innlagdur fyri at taka fleiri royndir.
/ritzau/