Boris Johnson: Eitt gylt tíðarskeið fyri framman

Johnson hevði í dag fyrstu røðu sum forsætisráðharri í undirhúsinum. Stórur dentur varð lagdur á brexit.

Boris Johnson lovaði bretum eitt "gylt tíðarskeið" fyri framman, nú hann í dag fyri fyrstu ferð helt røðu í bretska undirhúsinum.

Johnson, ið tók við sum forsætismálaráðharri í gjár, segði, at nýggja stjórnin fer undir brexit samráðingarnar við nýggjari orku, og arbeitt skal fyri at tryggja rættindini hjá teimum ES borgarum, ið búgva í Stórabretlandi.

Lyftini hjá Johnson fingu blandaða móttøku. Jeremy Corbyn, leiðari í Labour flokkinum, vildi vera við, at bretska fólkið hevði einki álit á lyftunum frá stjórnini. Eisini vildi Corbyn hava Johnson at tryggja, at bretska heilsuverkið ikki skuldi vera partur av møguligari fríhandilsavtalu við USA. Johnson svaraði, at stjórnin fór undir ongum umstøðum at ganga við til handilsavtalur, ið høvdu NHS (bretska heilsuverkið) á borðinum.

Samstundis hevur Nicola Sturgeon, fyrsti ráðharri Skotlands, gjørt greitt, at alneyðugt er, at Skotland fær eina sjálvstøðuga loysn til brexit ætlanirnar.

Boris Johnson hevur frammanundan lovað, at brexit merkir brexit, og um eingin avtala er komin í lag við ES áðrenn 31. oktober, so verður farið úr kortini - eitt sokallað hart brexit.