Faroe Petroleum boðar frá, at nú verður Pil leitibrunnurin í Norskahavinum boraður. Felagið eigur 25% av loyvinum. VNG Norge er fyristøðufelag og eigur 30% í loyvinum.
Pil leitimiðið (PL 586) liggur 33 km frá Njord framleiðslueindini, sum Faroe eigur 7,5% av, sum gevur møguleika fyri at føra møguliga framleiðslu haðani. Høvuðsleitimiðið hevur somu eginleikar sum Draugen fundið, ið liggur 60 km frá Pil. Transocean Arctic boripallurin verður nýttur til boringina. Hini feløgini, sum luttaka í boringini eru Spike Exploration Holdings AS (30%) og Rocksource Exploration Norway AS (15%).
Graham Stewart, forstjóri sigur í viðmerking, at felagið er fegið um at Pil brunnurin nú verður boraður. Eins og Snilehorn fundið, er Pil er eitt spennandi leitimið á Njord økinum. Njord framleiðslueindin tekur ímóti framleiðsluni frá Hyme, og møguleiki verður fyri at framleiðsla frá Snilehorn og Pil, um rakt verður við olju, eisini kann førast til Njord.
Pil er triði brunnurin í ár. Frammanundan vórðu boringar farnar í gongd á Butch East (Faroe 15%) og Novus, sum Faroe Petroleum er fyristøðufelag á. Pil leitibrunnurin verður boraður aftaná tað týðandi Snilehorn fundið, sum boðað varð frá í november mánaða. Síðani verða eisini Solberg (Faroe 20%) og Butch South West (Faroe 15%) leitimiðini boraði á norskum øki.