Seinnapartin í dag fer Oljumálaráðið at lata italienska oljufelagnum ENI Denmark BV góðenning at fara undir leitiboring eftir olju í loyvisøki 002 á føroyska landgrunninum.
ENI Denmark BV er fyristøðufelag í ENI samtakinum, har ENI Denmark BV og Føroya Kolvetni umboða ávikavist 75% og 25% av loyvinum.
Boriskipið Belford Dolphin, sum skal bora brunnin hjá ENI samtakinum, er á veg móti Føroyum og verður væntandi á boristaðnum ein av nærmastu døgunum.
Loyvisøkið liggur í ein landssynning úr Føroyum við landgrunsmarkið millum Føroyar og Bretland. Brunnurin verður boraður á Marimas leitimiðinum á 60° 29? 46.78??N og 04° 47? 30.85?? V. Havdýpið á staðnum er 1048 metrar.
Boringin er mett at taka slakar 2 mánaðir.
ENI er nýggja navnið hjá oljufelagnum Agip. Brunnurin skuldi sambært leitiloyvinum verið boraður í 2002, men ENI søkti um og fekk loyvi at útseta boringina eitt ár, av tí at úrslitini frá leitiboringunum í 2001 vístu, at jarðfrøðiligu viðurskiftini á føroyska økinum sum heild vóru øðrvísi, enn roknað varð við frammanundan. Hetta kravdi, at arbeiðið, sum til tá var gjørt á økinum, varð endurskoðað.
Boringin hjá ENI er fjórða leitiboringin á landgrunninum. Tríggjar boringar vóru í 2001. Sambært loyvistreytunum skulu oljufeløgini bora tilsamans 8 brunnar innan 6-ára loyvisskeiðið er runnið.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
Oljumálaráðið
Telefon 35 70 70
Teldupost: omr@omr.fo
www.omr.fo










