Borið norðureftir!

- Tað ber ikki til, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV

Randi Jacobsen


Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sendi í gjár yvirfriðingarnevndini eitt bræv, har hann hevur gjørt sínar viðmerkinbgar til nýggjasta tilmælið hjá Náttúrufriðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu vivíkjandi Eiði 3 ætlanini.

Friðingarnevndin í Eysturoynni hevur sagt nei til allar ætlaninirnar hjá SEV um vatnorkuútbyggingina í Eysturoynni, og tað gjørdi hon eisini nú. Yvirfriðingarnevndin hevur so givið loyvi.

Hesu ferð viðgjørdi nevndin ætlanina hjá SEV um at gera ein veg omanfyri Funning, suður undir Húsafjalli.


Bøtist ikki aftur

Niðurstøðan hjá friðingarnevndini er sera greið:

Ætlanin fer at gera íbótaliga stóran skaða og skemma náttúruna í so stóran mun, at hetta ikki bøtist aftur. Nevndin vil í allar mátar mæla frá, at SEV fær loyvi til henda partin av ætlanini, tá ætlanin má metast verða skaðilig fyri náttúruna.


Vakurt øki

Friðingarnevndin leggur sum grund, at lendið, sum ætlanin er at fara ígjøgnum er sera bratt, umframt at rættiliga nógv væta rennur ígjøgnum. Vegagerð vil verða nærum ómøgulig uttan at hetta vil skemma náttúruna munandi á hesum langa og rættiliga sjónska økið, ið er sera náttúruvakurt, og har koma eisini nógv ferðafólk.


Nógv tilfar

Friðingarnevndin heldur, at gróttilfarið, sum fer at koma frá tunnilsboringini, verður so nógv, at sjálvt um tað verður javnað út, fer tað at hækka lendið minst fýra metrar.

Friðingarnevndin vísir á, at yvirfriðingarnevndin ísíni niðurstøðu hevur givið SEV loyvi til Eiði 3 við teimum treytum, at borast skal norðureftir frá tunnilsmunnanum eystanfyri.


Tilfarið í grótbrot

Tað heldur Friðingarnevndin fyri Eysturoyar sýslu vera frægaru loysnina, tí harvið kann gróttilfarið frá tunnilsboringini leggjast upp við eitt arbeiðspláss við Eysturoyartunilin, har sum Landsverkfrøðingurin frammanundan hevði eitt arbeiðspláss til Eysturoyartunnilin, og har sum vegur liggur frammanundan og góðir møguleikar eru fyri at sleppa av við gróttilfarið frá tunnilsboringini.

Gróttilfarið kundi hóskandi verið brúkt til at fylla upp og grøða tey mongu grefligu sár, sum náttúran hevur fingið við grótbrotum o.ø.


Samd nevnd

Friðingarnevndin var samd um at mæla frá at SEV fær loyvi til vegagerð ina og til arbeiðspláss undir Húsafjalli.

Í friðingarnevndini sita Jákup A. Ejdesgaard, Eiði, Kári P. Højgaard, Saltangará og Kári Thorsteinsson, sýslumaður.


Ongantíð ætlanin

Klæmint Weihe, stjóri í SEV, heldur lítið um tilmælið hjá Friðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu. Hann sigur, at ætlanin ongantíð hevur verið at bora norðureftir frá Eysturoyartunnlinum eystanfyri.

- Og tað ber heldur ikki til, tí tunnilin fer at halla suðureftir. Tað hevði tí verið at sett fólkið í ov stóran vanda, um vatnið skolar, sigur Klæmint.


Hvør sín stovnur

Hann heldur eisini lítið um uppskotið at leggja tilfarið frá tunnilsboringini við eitt arbeiðapláss hjá Landsverkfrøðinginum og brúka tað til at lekja sár í náttúruni, eitt nú fyrrverandi grótbrot, tí Landsverkfrøðingurin og SEV eru hvør sín stovnur.

Tað er gingin umleið ein mánaður síðan, at Friðingarnevndin fyri Eysturoyar sýslu gjørdi sítt tilmæli, sum er dagfest 1 mai. SEV hevði fýra vikur freist at kæra hesa avgerð til Yvirfriðingarnevndina, sum tó ikki fær brævið frá SEV fyrr enn í dag.