“Borgen” byrjar aftur í kvøld

Hittsendingin hjá DR1 verður aftur at síggja á sjónvarpsskíggjanum í kvøld.

 

Sendingin snýr seg um lívið á Christiansborg hjá einum kvinnuligum forsætisráðharra, og um familjulívið hjá hesum politikarunum.

 

Sendingin sá fyrstu ferð dagsins ljós í fjør, og gjørdist beinan vegin ein væl umtókt og sera relevant sending.

 

Og í kvøld byrjar sendingin so aftur á DR1 kl. 19.00.