Borgarstjórin í Odessa handtikin fyri mutur

Handtøkan er hin seinasta í røðini hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum vil berja niður korruptión.

Hennadyj Trukhanov, sum er borgarstjóri í ukrainska býnum, Odessa, er handtikin í samband við illgruna um mutur.

 

Hann varð valdur til borgarstjóra í svartahavsbýnum í 2014, og hevur síðan 2017 verið kannaður fyri ákærur um eitt nú mutur.

 

Men, borgarstjórin vísir øllum skuldsetingum aftur.

 

Síðan Russland leyp á Ukraina, hava russar havt stórar vónir um at taka Odessa, men hetta hevur slett ikki eydnast.

 

Býurin hevur vart seg væl ímóti russiskum ágangi, tó at býurin hevur verið raktur av fleiri russiskum loftálopum.

 

Handtøkan av Hennadyj Trukhanov er hin seinasta í røðini hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

 

Forsetin er í holt við eitt stríð um at berja niður korruptión í landinum, sum hevur verið rakt av muturgølum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.