Borgarstjórin í Havn fingið 630 undirskriftir

Undirskriftirnar eru frá fólki, sum vilja hava kommununa at bíða við at byggja havnarlagið út frammanfyri Skansan

Seinnapartin í dag hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri í havn, fingið adressu við 630 undirskriftum, frá fólki kring landið, sum mæla Tórshavnar kommunu til at bíða við ætlaðu útbyggingini framman fyri Skansan.

 

Tað eru teir báðir Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hava tikið stig til at savna inn undirskriftir við tí endamáli at fáa kommununa at bíðað við at byggja út Skansabryggjuna.

 

Eftir tveimum samdøgrum hava 630 skrivað undir og so hava eisini 1593 dámað síðuna á Facebook, sum er stovnað til endamálið.

 

- Vit eru glað fyri, at stórur áhugi er fyri hesum. Vit lurta eftir teimum viðmerkingunum, sum koma inn og Og vit royna at svara øllum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur Heðin Mortensen í tíðindaskrivi eftir at hann hevur fingið undirskriftirnar.

 

Nú verða undirskriftirnar sendar Vinnunevndini, sum tekur tær við til fundarborðið í næstum. Har fer nevndin at taka spurningar og viðmerkingar frá borgarum við í arbeiðið, sum eftir er at gera.

 

- Hesi fólkini, sum hava skrivað undir, heita á kommununa um at bíða eitt sindur. Tí vit eiga at hugsa okkum væl um, sigur Øssur Withereig.

 

Málið um at byggja út havnarlagið í høvuðsstaðnum byrjaði í Vinnunevndini. Tað hevur eisini verið fyri á fleiri býráðsfundum. Ætlanirnar hava ligið alment frammi, borgarafundur við 300 luttakandi hevur verið um evnið. Nú verður so ein serstøk byggisamtykt evnað til, sum verður løgd til hoyringar hjá almenninginum í seks vikur.

 

Ætlaða útbyggingin hevur áður verið hjá friðingarmyndugleikunum, yvirfriðingarnevndini og Umhvørvisstovuni. Fornminnissavnið hevur eisini havt málið til viðgerðar, sigur Tórshavnar býráð í tíðindaskrivi.