Borgarstjórin harmast landingarmiðstøðina

- Eg vóni, at har ein hurð letur aftur, letur ein onnur upp, soleiðis at slíkt virksemi aftur verður á Toftum, sigur Jóhannus Danielsen.

Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, er sera harmur um, at landingarmiðstøðin á Toftum er latin aftur.

 

- Landingarmiðstøð hevur verið virkin á Toftum heilt síðan 1993. Við afturlatingini missir Nes kommuna bæði arbeiðspláss og vørugjald í samband við landing.

 

Jóhannus Danielsen vísir á, at afturlatingin ikki minst er keðilig fyri útróðrarmenn, nú eingin verður at taka ímóti fiski á Toftum og á Skálafjørðinum sum heild.

 

- Hetta er eisini ógvuliga keðiligt fyri tey línuskip, sum eru heimahoyrandi á Toftum og fyri onnur skip, sum plagdu at landa fast á Toftum. 

 

Borgarstjórin sigur seg vóna, at onkur fer at síggja møguleikar í landingar-og fiskavirksemi í síni heild á Toftum.

 

- Havnaviðurskiftini eru góð, eins og bygningar eru á havnalagnum, sum eru vælegnaðir til slíkt virksemi.

 

Jóhannus Danielsen sigur seg vóna, at har ein hurð letur aftur, letur ein onnur upp, soleiðis at slíkt virksemi aftur verður á Toftum.

 

- Her eru í hvussu er allar fyritreytir fyri slíkum virksemi, leggur borgarstjórin dent á.