Borgarstjórin fingið koronu

Millum tey hundraðtals sum hava fingið koronu millum jólanna er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og øll familjan hjá honum

 

– Ja, eg eri staðfestur positvur við koronu.

Tað váttaði Heðin Mortensen, tá in.fo hitti hann í gjárkvøldið.

– Støðan er góð eftir umstøðum: Øll liggja tó slaktað, vit eru eini 10 fólk, sum eru sjúk, sigur borgarstjórin. 

Tey 10 fólkini eru Heðin og konan Hjørdis, børn, abbabørn og langabbabørn.

– Eitt ella annað er hent her hjá okkum. Vit vóru saman annan dag. Men hvaðani tað kemur, tað vita vit ikki.

Heðin Mortensen sigur, at tey øll eru koppsett, tríggjar ferðir.

– So hetta er løgið. Eg var rættiliga forkølaður týsdagin, so eg fór at kanna meg og varð staðfestur positivur við koronu, sigur hann. 

Hann leggur afturat, at eingin teirra er ordiliga illa fyri. Men tey hava fepur og sveitta.

– Eg helt, at tað bara var heilt vanligt forkølilsi, men tað kendist tó eitt sindur øðrvísi, tí fór eg at kanna meg. So nú mugu vit bara taka hesar sjey dagarnar heima við hús, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.