Vit hittu Jógvan og Alex við inngongdina til festivaløkið. Teir eru á veg niðan í bygdina, har spanski journalisturin skal royna ymiskan føroyskan mat.
- Eg havi ikki hoyrt nakran tónleik enn, tí vit komu seint í gjárkvøldið, men eg gleði meg at hoyra Teitur. Hann er tað einasta navnið, ið eg kennist við á festivalinum, sigur Alex, ið er úr spanska høvuðsstaðnum Madrid.
Sum so nógv onnur útlendsk ferðafólk, so er útlendski journalisturin ovfegin av føroysku náttúruni.
- Náttúran er vøkur her við øllum vøtnunum, áunum og fossunum. At tað so eisini er so mikið reint, at man kann drekka tað, er einastandandi. Fólkini eru eisini øgiliga blíð og nógv meira smílandi enn aðrastaðni í Norðurevropa.