Kommunurnar eiga at tryggja næmingunum í fólkaskúlanum atgongd til talgiltu orðabøkurnar frá Sprotanum, nú landið ikki longur við gjalda fyri tænastuna.
Tað heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Um dagarnar kom fram, at Mentamálaráðið noktar at halda fram við at gjalda forlagnum Sprotanum fyri, at fólkaskúlanæmingar kring landið kunnu hava atgongd til orðabøkurnar á internetinum. Tí fer galdandi skipan úr gildi á nýggjárinum.
- Tað er sera óheppið, at landið svíkur sína skyldu, men tað skal ikki ganga út yvir næmingarnar í fólkaskúlanum. Tí mugu kommunurnar taka um endan. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað mugu vit gera aftur nú, sigur Jógvan Skorheim.
- Orðabøkur eru ein týðandi partur av undirvísingini og menningini av føroyska málinum, og tí kunnu næmingarnir ikki missa atgongdina til orðabøkurnar á netinum, sigur hann.
Jógvan Skorheim sigur, at kemur málið um orðabøkurnar til viðgerðar í Kommunufelagnum, fer Klaksvíkar kommuna at stuðla einum uppskoti um, at kommunurnar í felag yvirtaka gjaldið fyri talgiltu orðabøkurnar.
Átaka kommunurnar í felag sær ikki kostnaðin fyri orðabøkurnar, fer Klaksvíkar kommuna at tryggja næmingunum í sínum fólkaskúlum atgongd til talgiltu orðabøkurnar við einari serstakari avtalu við Sprotan.