Seinastu mánaðirnar hevur kjak verið um, hvørt vatnið í Seinen ánni, sum rennur ígjøgnum París, er nóg reint til at svimja í, tá ið Olympisku leikirnir (OL) vera hildnir í býnum seinni í summar.
Í dag leyp borgarstjórin í París, Anne Hidalgo, í Seinen fyri at gera sítt til at prógva, at áin kann brúkast til at svimja í.
– Hetta var praktfult. Sera, sera dámligt. Seinen er klár til OL, segði Hidalgo sambært AFP.
Fleiri aðrir politikarar hava seinastu tíðina svomið í Seinen. Leygardagin leyp franski ítróttaráðharrin, Amelie Oudea-Caster, útí.
Seinen skal brúkast til svimjikappingar í OL, sum verður í París frá 26. juli til 11. august. Annars hevur tað síðani 1923 verið bannað at svimja í ánni, tí vatngóðskan hevur verið ov vánalig.
Nú eru meira enn 10 milliardir krónur brúktar til at betra um vatngóðskuna, og fríggjadagin var loyvi givið til at hava svimjikappingar í ánni.
##med2##












