Borgarstjóri í øðini

Eftir at nýggja ferðaætlanin til Sandoynna bleiv lýst, tykist tað sum Brandur Sandoy ikki hevur havt tað serliga gott.


Í longri tíð hevur tað verið eitt stórt ynski úr Sandoynni at fáa ein dupulttúr afturat í ferðaætlanina, á miðdegi leygardag og sunnudag.

 

Eg hevði ikki sitið nógvar dagar í sessinum, fyrr enn eg eisini fekk áheitan um hesar báðar túrar.

 

Sjálvandi fyrst frá tingmonnunum Páll á Reynatúgvu og Jónleif Johannesen, men eisini frá øðrum.

 

Kann ikki siga annað enn, at fólk hava verið glað fyri hesa betran.

 

Ein av yngru sandoyingunum kom tvørturum Áarvegin nú ein dagin við einum rósandi orði.

 

Hann legði aftrat: - Eitt skal tú vita. Brandur verður fr.. ørur. Hann hevur bedýrað, at hettar bar ikki til.

 

So til spurningin frá Brandi Sandoy, hvat eg ætli við Nólsoynni.

 

Sum er, siglur Ternan til Nólsoyar. Mín hugsan er, at tað kann hon halda á við, nøkur ár enn, og eg skal gera alt eg kann, fyri at hon heldur seg á Nólsoyar leiðini.

 

Men sum støðan er nú, er onki skip, sum í einari knappari vending kann setast inn á Sandoyar leiðina, uttan Ternan, og tað er onki sum tíðir uppá, at tað í nærmastu framtíð verður nakað annað.

 

Tí er helst skilagott at steðga á við byggingini av nýggja Nólsoyarskipinum, inntil Sandoyartunnilin er komin undir land.

 

Einasti møguleiki fyri at hava eitt skip, sum í eini neyðstøðu kann sigla nakrar túrar á Sandoyar leiðini, er at hava eitt skip, sum er í sigling, og á tann hátt lýkur øll tey strongu trygdarkrøv sum verða sett til skip, sum burturav sigla við ferðafólki.

 

At seta eitt skip inn, sum hevur ligið við kaj í nakrar mánaðar, tá tað er hægst neyðugt, kann gera at tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn allar góðkenningar eru uppá pláss.          

 

Sum allir sjómenn vita, so er besta viðlíkahald av einum skipi tann, at skipið er í støðugari sigling.

 

Strandferðslan ger nógv við, og roynir nýggjar møguleikar, fyri at teirra skip eru stytst møguliga tíð á beding og annars úr sigling.

 

Eg kann siga so mikið, at eg skal royna mítt fyri at umgangast, at Ternan fer av Nólsoyarleiðini.

 

Tað undrar meg, at Brandur Sandoy eisini er í øðini, tá eg royni at tryggja, at eitt skip er tøkt, sum kann sigla á Sandoyarleiðini, tá óhappið er úti.
Kann minna Brand á, at fyri nøkrum fáum árum síðan, var Ternan álitið hjá 5000 norðingum.