Borgarstjórar skulu ikki á ting

Annika Olsen ætlar at broyta lóggávuna, so tað ikki ber til at vera borgarstjóri og løgtingslimur í senn

 

Annika Olsen ætlar sær at leggja fram uppskot á ólavsøku, sum ber við sær, at tað ikki ber til at sita sum borgarstjóri og løgtingslimur í senn. Tað staðfesti hon í Degi & Viku í kvøld.

 

Hetta er ikki nakað nýtt kjak, og fleiri ferðir hevur verið víst á, at tað ikki eigur at bera til at røkja tvey fulltíðarsett fólkavald størv í senn.

 

- Hetta er eisini fyri at hava greiðan skilna í valdsbýtinum í landinum. Har hava vit longu landsstýri og løgting, og so eru tað 31 kommunur, sum røkja kommunalar uppgávur, segði Annika Olsen í Degi og Viku.

 

Júst kommunalu uppgávurnar eru vorðnar munandi størri í vavi seinnu árini. Annika Olsen vísir á, at eitt nú er eldraøkið lagt út til kommunurnar, sum eisini hava onnur stór og tung málsøki at røkja. Sum ovasti fyrisitingarligi leiðari hevur ein borgarstjóri tí sera stóra ábyrgd, og landsstýriskvinnan heldur, at tá kann tað vera trupult at røkja báðar sessirnar.

 

- Hetta er heldur ikki nakað nýtt mál. Longu tá verandi lóggáva varð smíðað, var ætlanin, at tú skuldi siga onnur fólkavald størv frá tær, um tú kom í løgtingið, men eitt broytingaruppskot bar við sær, at borgarstjórar kortini vórðu undantiknir, sigur Annika Olsen.