Ikki minni 15 borgarstjórar bjóða seg fram til løgtingsvalið, og tað hevur fingið fleiri at ivast í, hvørt tað er rætt.
Millum annað hevur landsstýriskvinnan við kommunumálum, Annika Olsen, ført fram, at einstaklingar ikki skulu sleppa at røkja bæði ein borgarstjóra- og tingsess samstundis.
Sjálvir meta fleiri av borgarstjórunum, at tað kann vera ein styrki, at teir eru við í landslógarsmíði, sum kann ávirka kommunuviðurskiftini.
Bergur Berg, stjórnmálafrøðingur, heldur tað vera løgið at taka borgarstjórar fram um onnur fólk.
- Eingin hevur enn sagt, at ein stjóri úr eini privatari fyritøku ikki skal á ting, sigur hann.
Onkuntíð verður ført fram, at borgarstjórar kunnu enda við at sita við fleiri hattum, men Bergur Berg vísir á, at hetta er ikki eitt serdømi fyri borgarstjórar.
- Tað er galdandi fyri øll, eisini um tú kemur úr eini vinnufyritøku ella er í familju við onkran, til dømis reiðara, øll kunnu koma í sovorðnar støður, sigur Bergur Berg.
- Fyrimunurin við at velja ein kommunupolitikkari, ella ein, tú kennir frá fyrr av, er, at at tú veit so nøkunlunda, hvat hann stendur fyri, meðan vit síggja, at flokkar kappast um at fáa fólk á listan, sum eru kend fyri okkurt heilt annað. Tá veitst tú so slett ikki, hvat tú velur, sigur Bergur Berg í samrøðu við Rás 2.
Hann vísir á, at ein, ið hevur royndir frá kommunupolitikki, hevur nevniliga tað, royndir, frá politiskum arbeiði.
- Hann skal so ikki byrja við at læra seg tað grundleggjand í politiskum hándverki. Kommunupolitikkarin hevur royndirnar frá politiskum arbeiði, og frá at leiða, sigur Bergur Berg.
Hann metir tí, at tað kann vera ein styrki, at politikkarar hava royndir frá kommunalpolitikki, áðrenn teir fara upp í landspolitikk.









