Borgarstjórin virðir ikki samtyktir

Tað heldur Heðin Mortensen, sum er ónøgdur við, at langhylurin í Havn verður útsettur

Í farnu viku boðaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya, at langhylurin í Havn verður útsettur og í fyrsta lagi verður liðugur móti ársenda 2021.

  

Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin vísir tí á, at Tórshavnar býráð hevur tvær ferðir, bæði í undanfarna og í núverandi skeiði, samtykt, at langhylurin skal gerast, og at peningur er settur av til arbeiðið.

 

 

–Borgarstjórin og varaborgarstjórin virða ikki gjørdar samtyktir í Tórshavnar Býráð - bæði av undanfarna býráð men eisini hesum býráðnum, sigur Heðin Mortensen við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2 í kvøld.

 

 

–Tað er stórur tørvur á langhylinum. Tað er sera tronkt í høllini, og tað eru ikki umstøður til almenningin ella til kappsvimjing, sigur hann framhaldandi. 

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna