Politikkarin: -Eg havi ikki kanna prísirnar nærri men sum eg skilji so liggja teir á sama støði sum teir í Vágatunnlinum, og tað skuffar meg.
Sambært blaðnum hevði hann væntað, at tað fór at verða bíligari at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, enn tað er at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, serliga tá hugsað verður um tann tunga flutningin sum verður her norðuri.
- Men sum eg skilji, so eru prísirnir bert galdandi í eitt ár. Hesa tíðina fær nevndin fyri tunnilin tí eitt betri grundarlag fyri at áseta nýggjar prísir.
- Tá vænti eg at teir verða lækkaðir, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.