Borgarstjórin vónar altjóða luttøku

FSF Varpið hevur hesaferð verið á ferð í Klaksvík og hitt borgarstjóran hjá klaksvíkingum, Jógvan Skorheim til fótbóltsprát. Jógvan Skorheim hevur spælt nakað av fótbólti fyri KÍ, og hevur framvegis stóran áhuga fyri fótbólti.

 

Og hóast núverandi borgarstjórin hjá klaksvíkingum ikki hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ, so hevur hann roynt mangt og hvat á einum fótbóltsvølli, bæði á plenini við Djúpumýru, umframt øðrum vøllum í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum.

 

Borgarstjórin í Klaksvík væntar - og vónar - at KÍ endar millum fýra tey ovastu liðini, so klaksvíkingar aftur kunnu taka lut í altjóða fótbólti komandi ár.