Seinastu fýra árini hevur Jóhannus Danielsen á Toftum verið borgarstjórin í Nes kommunu. Hann hevur sitið tvær setur í bygdaráðnum í Nesi kommunu, og seinnu setuna hevur hann verið borgarstjóri.
Í kvøld boðar hann frá, at hann er til reiðar at taka eitt tørn afturat í bygdaráðnum.
- Tað hevur verið mær ein stórur heiður og ein forrættur, sum borgarstjóri, at umboða Nes kommunu, eitt arbeiði sum mær hevur dámað sera væl, og sum eg havi lagt alla mína tíð og orku í at røkt so væl sum møguligt.
- Eg havi gjørt av at stilla uppaftur til komandi kommunuval, sum verður 8. november. Fái eg álitið frá veljaranum og møguleikan annars, taki eg gleðiliga av at umboða Nes kommunu í 4 ár afturat, sigur Jóhannus Danielsen.