Borgarstjórin soraði allar avbjóðarar

Pauli T. Petersen fekk yvir 100 fleiri atkvøður í ár enn fyri fýra árum síðani.

Sonevnda borgarstjóraeffektin virkaði til fulnar í Vestmanna.

 

Pauli T. Petersen fekk 251 atkvøður á valinum, ein framgongd upp á 111 atkvøður í mun til seinasta kommunuval. Listi hansara fekk 490 av teimum 745 atkvøðunum, tað er 66 prosent. Listin fær tí fimm av teimum sjey býráðslimunum.

 

Saman við Paula T. Petersen eru John Zachariassen, Laila Haldansen, Herit Ey. Magnussen og Durita á Heygum vald. Á hinum listanum, sum fekk tvey umboð, eru Eyðun Hansen og Ingi Olsen valdir.

 

Eisini í Vestmanna var vallutøkan nakað hægri enn seinast. 83,1 prosent av veljarunum vóru á vali, í mun til 77,1 prosent í 2012.