Í kvøld verður regluligur kommunustýrisfundur á Sandi, men fyri sløkum mánaði síðan bað ein meiriluti í kommunustýrinum um eyka kommunustýrisfund, har nevndarval skuldi vera á skrá. Hesin hevur enn ikki verið, men í á regluliga fundinum er nevndarval á skrá.
Kommunustýrislógin sigur annars soleiðis um eykafundir:
»Kommunustýrið hevur eykafund, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundir verða hildnir.«
Í hesum serstaka føri á Sandi, vóru tað fýra av sjey kommunustýrislimum, sum bóðu um eykafundin.
– Vit vilja hava eyka kommunustýrisfund, helst í hesi vikuni, har val av nevndum verður á skrá, stóð í brævinum, sum hesir fýra kommunustýrislimirnir handaðu borgarstjóranum beint eftir seinasta regluliga kommunustýrisfund 28. septembur.
Ivi um mál
Sosialurin hevur verið í samband við fleiri advokatar um talan er um brot á kommunustýrislógina ella ikki. Fyrsti advokaturin var vildi ikki úttala seg um málið, tí hann er partur av málum í umhvørvinum. Hinir báðir greiða frá, at tað er líkt til, at okkurt er í, at Páll á Reynatúgvi hevur skúgvað lógina til vikst.
Men Bjørn á Heygum, advokatur, sum eisini skal greiða frá gegninum hjá Pálli á Reynatúgvu á kommunustýrisfundinum í kvøld, tulkar lógina soleiðis, at tað er í lagið, at ongin eykafundur hevur verið, tí nevndarvalið, sum biðið var um, er á skrá í kvøld.
– Einasta kritikkpunktið kundi verið, at tað kanska hevur drigið út at taka málini upp, sigur Bjørn á Heygum.
Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Innlendismálaráðnum, vil ikki gera nakra niðurstøðu um hetta mál, men sigur, at tað kundi ljóðað, at mann ikki hevur gingið ynskinum á møti.
– Vit kunnu taka mál upp av okkara eintingum, men eg kann ikki gera nakra endaliga niðurstøðu, tí vit hava ikki viðgjørt málið, leggur Hilmar Høgenni dent á.
Ivast í kæru
Brandur Sandoy, ein av teimum fýra kommunustýrislimunum, sum bóðu um eykafund, sigur, at teir fýra ivast, um teir skulu lata Innlendismálaráðnum eina klagu um hendan eykafundin, sum ikki bleiv.
– Tað verður fundurin í kvøld, sum avger, hvat vit gera víðari, sigur Brandur Sandoy.









